Trý Effolið vera ikki við, tá VFF Kup verður í Tórshavn í morgin.
Trý Effolið vera ikki við, tá VFF Kup verður í Tórshavn í morgin.
Tá venjarafelagið í morgin skipar fyri fótbóltskapping í Tórshavn verður tað uttan trý av liðunum í Effodeildini. Víkingur er á venjingarlegu í Íslandi og luttekur ikki. Hinvegin hava Skála og ÍF valt kappingina frá, tí tey spæla óstaðin venjingardyst móti hvørjum øðrum. ÍF var upprunaliga á skránni, so nú eru 9 lið og annar bólkurin hevur bara 4 lið, meðan hin hevur 5 lið. Tí er ein nýggj skrá komin, har finalan nú verður leikt kl. 17.00. Sí skránna niðanfyri.




