Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skála vitjar hjá KÍ í kvøld

Jákup Ósá

Týdningarmikil dystur í 1.deild verður í Klaksvík í kvøld. 

 

KÍ fær vitjan av Skála. Skála hevur tapt teir báðar seinastu dystirnar, men er framvegis greitt oddalið í deildini og tað skal broytast sera nógv, um Skála ikki verður ein uppflytari, tá kappingin er av. Hjá KÍ stendur hinvegin nógv á, tí í løtuni liggur KÍ til niðurflyting, á 9. plássi. KÍ hevur tvey stig upp til HB á 8. plássi og síðani seks stig upp til B36 og EB/Streym. 

Á KÍ-liðnum kann væntast, at fleiri av teimum, sum byrjaðu á bonkinum á besta liðnum seinast, fáa spælitíð. 

 

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 20.00.