Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg á Klaksvík mikudagin

Oliver Joensen

Frá JFK-Trol frætta vit, at Skálaberg skal verður á Klaksvík í seinasta lagi til arbeiðistíð mikumorgunin.

Hanus Hansen, stjóri sigur, at tað hevur gingið væl hjá Skálabergi hendan túrin. Teir eru ikki farnir at sigla enn, men tó er avgjørt at teir skulu vera á Klaksvík í seinasta lagi til arbeiðistíð mikumorgunin. Skálaberg hevur útivið 900 tons av kongafiski í lastini.
Longu leygardagin er ætlanin at skipið skal fara avstað aftur. Tá fer skipið til Noregs á sleipistøð har ymiskt skal umvælast. Roknað verður við at hetta arbeiðið kemur at taka um tríggjar dagar. Hagani fer Skálaberg á fiskiveiðu í Barentshavinum.