Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg aftur á netinum

Oliver Joensen

Vit hava havt trupulleikar við webcam á Skálabergi nú í eina tíð, men nú koyrir aftur sum vanligt.

Tað er nærum myrkt í Barentshavinum alt samdøgrið nú, men tó fær man eina mynd tá ljósast. Tá vit tosaðu við Skálaberg ímorgun, søgdu teir at fiskiskapurin var meira enn so brúkiliggur, teir fingu eini 16 tons í gjár og hóast veðrið hevur verið sera vánaligt ídag, so hava teir tó fiska.
Um tú fert á myndina av Skálabergi, so sæst væl at veðrið hjá teimum er vánaligt. Teir biðja okkum annars heilsa heima.