Skálaberg, sum um vikuskiftið kom aftur av sølutúri í Grimsby. Hanus Hansen, stjóri sigur, at J.F.K-Trol roynir at menna søluna av serframleiðslunum, sum Skálaberg hevur møguleikar fyri at framleiða.
Ikki kann sigast at Skálaberg "gnaðar gummi" á Klaksvík. Skálaberg kom á Klaksvík um miðdagsleitið sunnudagin, eftir at hann hevði verið og landað í Grimsby og longu í kvøld kl. 20 skal manningin mynstra og síðani gongur leiðin aftur í Barentshavið.
Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur, at Sundaberg hevur roynt í Norðsjónum ein tíð, men har kom lítið burturúr. Í gjár mánadagin byrjaði hann fiskiskap í Barentshavinum og har er meiri at fáa.
Nú Skálaberg fer aftur í Barentshavið, verða 43 mans við. Enn eru ikki konufólk við teimum báðum trolarunum.




