Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg brúkiligt fiskarí

Oliver Joensen

Ein heilsan úr Barentshavinum frá Skálabergi. Vit hava tað allir gott og fiskaríið er brúkiligt.

Her gongur hampuligt við fiskarínum, veðrið er gott og dagurin leingist. Nú er ljóst frá kl. 6.45 og til 14.00, ikki so gali, tað er altíð hugaligt tá ið tað gongur ímóti ljósari tíðum. Her eru nógvir bátar, Sundaberg, Vesturvón, Sisimiut, Polar Prinsess og einir 25 russarar. Enniberg er longri suðuri og roynir.
Vit hava tað allir gott og trívast óføra væl.
Alt tað besta og heilsan til tykkum øll heima.