Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg hevur nú 500 tons inni

Oliver Joensen

Vit hava tað allir gott. Fiskaríið er misjavnt og veðrið er sjaskut, segði manningin á Skálabergi ímogrun tá teir sendu okkum myndir og tíðindi.

Í løtuni royna vit vesturi á kantinum, sum teir kalla tað, tað er beint norður úr Tromsø, fiskaríið er misjavnt, onkran dag 6 tons og so onkran 20 tons av flaki. Í løtuni hava vit góð 500 tons í lastini og hava verið burturi í tveir mánaðar. Veðrið er sum heild vánaligt her í kantinum, tað rekur hart og fitt av aldu, so tað rullar eitt sindur.
Samstundis ein heilsan til okkara kæru heima.