Skálaberg liggur í løtuni í Kirknes í Noregi til garantieftirlit. Myndir hagani síggjast á webmyndatólinum her á síðuni.
Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur, at Skálaberg hevur landað 310 tons í Kirknes og at manningin er komin heim við flúgvara.
Vit rokna við, sigur Hanus Hansen víðari, at garantieftirlitið fer at taka umleið 14 dagar og tá fer manningin yviraftur og skipið til fiskiskap.
Sum vituligt, so hevur Norðlýsið eitt webmyndatól á brúnni á Skálabergi og tí fáast myndir úr Kirknes hagani nú, um tú klikkir á myndatólið á síðuni her.




