Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg og Sundaberg á veg heim

Oliver Joensen

Seinast í januar fóru báðir trolararnir hjá JFK. Trol eystureftir, og nú eru teir á veg heim, og vera væntandi her mikudagin, við umleið 700 tonsum hvør.

Bæði Skálaberg og Sundaberg framleiða flak úr fiskinum teir fáa og sum skilst, so er prísurin sera góður í løguni, sjálvt um hann ikki er so góður sum hann var í januar mánaða.
Trolararnir báðir hjá JFK-Trol hava roynt í norskum sjógvi og við Bjarnoynna.
Eftir ætlanini hjá reiðaríðnum, so fara teir aftur til fiskiskap í komandi viku. Skálaberg fer í Irmingahavið at fiska kongafisk og Sundaberg helst fyrst til Eysturgrønland á svartkalvaveiðu á veg eystureftir.