Gjárakvøldið setti Skálaberg kós móti Føroyum við 1160 tons av flaki í lastini.
Tað hevur gingið sera væl hjá teimum umboð á Skálabergi hendan túrin.
Hanus Hansen reiðir sigur at Skálaberg fór úr Føroyum 2. juli og nú farið var undir heimreisuna var skipið fult.
– Veiðan verður øll løgd upp í Norðhavnini og so skjótt sum skipið er liðugt landað verður farið aftur til fiskiskap.




