Tað hevur gingið væl hjá Skálabergi hendan túrin, teir hava nú verið burtur í góðar tveir mánaðir og hava fingið 830 tons av kongafiski.
Skálaberg hevur latið frætta frá sær og siga teir, at allir hava tað gott og at teir eru nøgdir við fiskiskapin. Skálaberg var fyrst í NAFO økinum, men har var ikki tað stóra at fáa, síðani fóru teir norður um Jan Mayn og har hevur borið rættuliga væl til, teir hava sum sagt fingið 830 tons, og 25 tons vóru í seinasta hálinum.
Teir lata allir heilsa heima.
Norðlýsið frættir eisini at Christian í Grótinum eisini er har um leiðir nú.




