Eftir at samgongan hevur verið á fundi við andstøðuflokkarnar í gjár er greitt at møguleikin fyri at løgmaður skrivar út val er nærri nú enn hann nakrantíð hevur verið. Ikki einans tí at tekin eru um metaltroyttheit eftir at stóru samgonguflokkarnir hava samstarvað í 10 ár, sum er ótrúliga leingi, men eisini tí at tað er ein sannroynd at ein almenn tunnilsloysn sum fer at binda landskassan fyri tvær milliardir krónur uttan iva smakkar løgmanni – samgomguleiðaranum sera illa.
Eftir at samgongan hevur verið á fundi við andstøðuflokkarnar í gjár er greitt at møguleikin fyri at løgmaður skrivar út val er nærri nú enn hann nakrantíð hevur verið. Ikki einans tí at tekin eru um metaltroyttheit eftir at stóru samgonguflokkarnir hava samstarvað í 10 ár, sum er ótrúliga leingi, men eisini tí at tað er ein sannroynd at ein almenn tunnilsloysn sum fer at binda landskassan fyri tvær milliardir krónur uttan iva smakkar løgmanni – samgomguleiðaranum sera illa.
Sum skilst so eru treytirnar frá føroyskum og útlendskum lángevarum at landskassin skal veðhalda um rentan á fíggingini skal verða á einum støði sum er lægri enn tilboðið frá CIP.
Ført hevur verið fram at felagið sum kemur at eiga og reka Skálafjarðartunilin verður ein fantastiska góð forrætning, men hetta svarar illa til tær treytir sum Landsstýrið hevur fingið frá føroyskum og útlendskum lánveitarum – tær eru grót harðar.
Kravt verður at landið sjálvt skjýtur í minstalagið 400 mió. kr. sum eginpengin í felagið sum skal byggja Skálafjarðartunilin og Sandoyartunilin. Landskassin veðheldur fyri í minstalagið helvtina av samlaðu fíggingini og harafturat hevur fólkaflokkurin kravt at privatir íleggjarar fíggja ein part og tí er ætlanin at bjóða privatum íleggjarum at seta tilsamans 400 mió. Kr. av sokallaðum B-partabrøvum. Sum skilst er ætlanin at B-partabrøvunum verður tryggja eina rentu sum er 2-3% omanfyri til einhvørja tíð galdandi marknaðarrentu.
Tøl flúgva gjøgnum luftina
Samgongulimir siga við Norðlýsið at ráðgevingin frá Landsverk í samband við kostnaðin av samlaðu verkætlanini hevur verið sera flótandi. Samlaði kostnaðurin fyri báðar tunlarnar er áleið 2 mia. Kr. men óvissan er 400 til 500 mió. kr.
CIP metti at Skálafjarðartunnilin fór at kosta 1,2 til 1,4 at byggja meðan Landsverk metur at tunnilin fer at kosta 1,1 mia. Samstundis hevur Landsverk við einum pennastrokið hækka metta kostnaðin at byggja Sandoyartunnilin frá 800 mió. kr. til 900 mió. kr.
Landskassin skal veðhalda baði mótvegis lánveitarum og privatum íleggjarum alt fyri at fáa eina nøktandi rentu. Í nógv umrødda tilboðnum sum Kári P. Højgaard arbeiddi við var einki veðhald frá landskassanum og útlendski íleggjarin bar allan kostnaðin av byggingini og átók sær allan váða.
Val í úrtíð
Samstundis eru røddir í andstøðu og samgongu sum mæla til at fletta verandi tunlar uppí og harvið er ætlanin at bummgjaldi í Norðoya- og Vágatunlinum skal tryggja fíggingina til nýggju tunnilsverkætlanirnar.
Tann 11. Juni í ár segði løgmaður við Norðlýsið at , ”landskassin fer ikki at veðhalda fyri Skálafjarðartunnilin”.
Í greinini sigur løgmaður:
– Eg vónið ikki at tað verður í okkara tíð at landið aftur ferð at veðhalda fyri stórar verkætlanir, tí hetta kendu vit sviðan av í kreppuni fyrst í 90-unum….. tað er púra greitt at landskassin skal ikki veðhalda fyri hesi privatu verkætlan….. at landið skal fremja lántøkur fyri hundratals milliónir til byggja eina farleið afturat millum Skálafjørðin og Havnina er fullkomiliga burtur við…
Tað er eyðsæð at tað verður tungt hoyggj hjá løgmanni at undirskrivað eina lóg sum bindir landskassan fyri tvær milliardir og tí er ikki óhugsandi at málið um Skállafjarðartunnilin kann gerast Akilleshælurin hjá sitandi samgongu.
Í dag skal løgtingið viðgera blokkstuðulin og tað má smakka Fólkaflokkinum illa at samgongan hevur syrgt fyri at blokkurin er hækkaður fyri tilsamans 40 mió. kr og at verandi samgonga hevur tikið 150 mió. kr av óbýttum frá fiskimanninum og reiðaríðum í tilfeingisgjaldið.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava seinastu 10 árini verið stjórnarberandi og tað er sera sera leingið í politikki og tekin eru um at flokkarnir eru farnir at troyttast av hvørjum ørðum.
Tað er tí ikki óhugsandi at almenna veðhaldi er eitt høvið hjá sitandi løgmanni at skrivað út val.




