Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálafjarðatunnilin – ein neyðug íløga í framtíðar vøkstur

John William Joensen

Tað er eingin ivi um, at Skálafjarðatunnilin skal gerast.

Henda farleið kemur landsbúskaparliga at fáa alstóran týdning, tí hon bindur tey stóru miðstaðar økini í Føroyum saman soleiðis, at okkara framtíðar samferðslukervi ikki verður at kenna aftur.

Tunnilin kemur fyrst og fremst at hava stóran týdning fyri økið við Skálafjørðin, men týdningurin fyri Norðoyggjar skal ikki undirmetast.

Frá at liggja meira enn ein tíma frá høvuðsstaðnum, kemur Klaksvík – næststørsti býur í Føroyum – at liggja innan fyri uml. ½ tíma at koyra til alt miðøkið.

Fyri flutningin á landi verður nógv spart, bæði í beinleiðis peningi, men ikki minst í Co2 útláti, tí færri kilometrar skulu koyrast.

So greiði boðskapurin frá Fólkaflokkinum er – lat okkum gera Skálafjarðatunnilin skjótast tilber.

Kitty May Ellefsen, fólkaflokkurin