Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Skallabrotin sum 13 ára gamalur

Oliver Joensen

Í samfull 50 ár hevur Restaurant Muntra havt opið í Fuglafirði. Maðurin, sum lat muntra upp á fyrsta sinni var Peter Mohr, sáli, hann lat á fyrsta sinni upp 6. mai í 1971. Fyrst í 80-unum tók Poul Rustin við, og hann hevur rikið Restaurant Muntra til í dag og helst mong ár fram yvir.

Hósdagin í farnu viku, kundu Poul Rustin og kona hansara Nuna so halda 50 ára stovningardagin hjá Muntra. Tað fór sjálvandi ikki bara aftur við borðinum.

Í Køkinum

Norðlýsið var í Fuglafirði og heilsaði upp á Rustin og Nunu og eisini svág Rustins, Ólavur Heinesen, ið stákaðist og hjálpti til í køkinum hendan dagin.

300 vitjanir

Um dagin sigur Poul, at tað gekk yvir forvæntning. Tá klokkan var farin um 18.30 høvdu umleið 300 fólk verið inni á gólvinum. Telefonin gekk eisini heit hósdagin tí fólk ringdu ymsa staðni frá og ynsktu okkum tillukku. Harafturat komu fólk inn á gólvið úr øllum ættum í Føroyum. Her vóru fólk úr Havn, Klaksvík, Havn úr Vágunum og øllum bygdunum rundan um her, og sjávandi eisini ein rúgva av fólki higani úr Fuglafirði.

Høvdasúpan

Vit høvdu fyrireikað okkum væl til dagin, við okkara tiltiknu “høvdasúpan” og bollum og harafturat kaffi við onkrum afturvið. Uppsetingin av serveringini gjørdi, at vit fingu góða tíð, eisini til at heilsa upp á fólkið, ið vísti okkum sóma at koma til tiltakið hendan dagin. Vit eru soleiðis ógvuliga glað fyri dagin sum eftir okkara tykki gekk “upp á stás”.

Eygað

Í meðan vit báðir sita og práta, eg og Rustin, kemur hann inn á døkka brilluglaðis, sum hann hevur fyri annað eygað. tú hevur skrivað um tað áður, sigur hann við meg, men tað ger kanska onki um eg sigið tær tað einaferð enn. Tá eg var smádrongur dámdi mær sera væl at spæla fótbólt. Men ein dagin datt ein gamal yvirliggjari á einum máli niður á høvdið á mær og knústi vinstru síðu. Hetta gjørdi at eg fór á sjúkrahús og hagani til Danmarkar til viðgerðar. Eg var undir viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í meira enn eitt ár, fyrst innlagdur og síðani ferðaðist eg aftur og fram við Tjaldrinum til kanningar.

Nærum siglingstíð

Hans Jákup Sigurðsson, sáli var tá kokkur við Tjaldrinum, og hann tók meg til arbeiðis hjá sær á ferðum mínum niður á Ríkissjúkrahúsið, so eg fekk næstan siglingstíð við Tjaldrinum, orsakað av eyganum. Eg hjálpti eisini “kahytsfrúunum” at bera spýggibakkar upp av kømrunum, tá veðrið var vánaligt.

Skurðviðgerð

Trupulleikin við eyganum er, at tað, sum skal stýra eyganum er somikið skatt, at eg ikki fáið stýrt tí, tí dettur tað á aðra liðuna. Hóast eg síggi eitt sindur við tí, kann eg ikki brúka tað, tí tað vil ikki sum eg vil. Í nýggjari tíð hava læknar sagt at eg kann fáa skurðviðgerð, sum kanska kann gera at eg kann brúka eygað aftur.

Nøgdur við støðuna

Eg havi nú vant meg við at liva við hesum, so eg havi valt einki at gerða. Kanska tí at eg orki ikki tankan at fara aftur undir eina stóra skurðviðgerð.

Veita góða tænastu

Um arbeiðið her á Muntra sigur Poul Rustin, at tað er bæði spennandi og upplivingarríkt. Eg havi serliga lagt meg eftir at veita Havsbrún og nú Bakkafrost so góða tænastu, sum eg nú einaferð havi verið førur fyri. Tað hevur havt við sær, at tað meira enn so er komið fyri, at eg havi gjørt morgunmat til útlendingar klokkan 5 ár morgni, tí hesir skuldu avstað tíðliga. Eisini til til eitt nú reparatørar, um kvøldarnar. Jú, eg havi roynt at verið tøkur til teirra faktiskt alt samdøgrið.

Setti í hálsin

Man kemur sjálvandi eisini út fyri avbjóðingum. Einaferð setti ein maður eitt stykkið av einum búffi í hálsin. Eg royndi at banka á ryggin, men einki batti og maðurin blánar alt meira og meira. So vóru góð ráð dýr. Eg fekk hann so at gapa og sá at hann hevði handilstenn. Eg tók tær út og sá so endan á kjøtinum og rendi tveir fingrar niður í hálsin á honum. Jú, eg fekk um endan á kjøtstykkinum og fekk hálað tað upp aftur.

Stundir at eta

Tað eru summi, sum ikki geva sær stundir at eta. Tí sigið eg ofta við fólk, sum eg síggið skunda sær, at tey skulu geva sær stundir. Ein kona setti eisini í hálsin her einaferð. Tá var ein stórur íslendingur inni her og hjálpti. Hann togaði armarnar á henni upp ímeðan eg bankaði á ryggin  tá glapp. Man skal ansa sær og geva sær stundir at eta.

Sum likka

Maturin skal njótast og ikki bara svølgjast skjótt. Man skal ikki vera sum likka, leggur Poul Rustin afturat.

Út av húsinum

Vit gerða eisini mat út av húsinum. Fleiri ferðir hava vit eisini verið umborð á Hans á Bakka ella Martini og arbeitt í kantinuni her, tá skipini hava verið túrar til aliøki við íleggjarum, sum hava hug at síggja stóra virksemið, ið gongur fyri seg í fyritøkuni, sum teir hava sett pening í.

Vælkomin

So kanst tú heilsa lesarum tínum, sigur Poul Rustin frá Muntra at enda, at fólk eru vælkomin á Muntra at keypa sær ein døgurða bita, antin dagsins døgurða ella eitthvørt á à là Carte. vit hava opið hvønn dag frá kl. 12 á miðdegi og til 08 á kvøldið. Eru tit fleiri, so ber til at fáa eina góða avtalu við okkum.

 

 

 

Harleywoodpaint