Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skalvalopini í Gerðum

Oliver Joensen

Grækarismessudagurin kveikir minnir um vanlukkur í Gerðum í Kaksvík. Í 1745 kom skalvalop av Kjøli grækarismessudag, sum kravdi 5 mannalív, Sama dag, 20 ár seinni, nevniliga 12. mars í 1765 leyp aftur av Kjølinum, tað skalvalopið kravdi 20 fólk .

Hóskvøldið verður fyriskipa tiltak í Ósáskúlanum, har eftirkomarar seta fokus á skalvalopini og eisini vanlukkuna í sama dag í árinum, nevniliga 12. Mars 1910 tá Norðistovubáturin í Gerðum fór.

Eyð Matras, skrivaði og framførdi fyri árum síðani leikin ”Í mínum hondum”. Í leikinum, sum er íspunnin, men sum byggir á veruligar sagnir, hoyra vit um seyðatjóvin Árant Úti á Bø í Svínoy, um manningina á hollendska skipinum Westerbeek, sum gisti í Føroyum veturin 1743/44 og um skalvalopini í Gerðum 1745 og 1765.

Eyð Matras fer ikki at framføra leikin hóskvøldið, men fer hinvegin at lesa upp úr áhugaverda leikinum.

Fyrilestrarhaldari verður sum fyrr nevnt Andras Sólstein.

Tiltakið verður í Ósáskúlanum hóskvøldið, á grækarismessu 12. Mars kl. 20.00.

Ókeypis atgongd, øll eru hjartaliga vælkomin.