icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skattainntøkurnar hækka hóast Korona

Jóhann Lützen

Hóast Korona hevur rakt landið hart á ymiskum økjum, so er nógv sum bendir á, at hetta ikki hevur sligið Klaksvíkar kommunu út

Higartil í ár er samlaða persónskattainntøkan vaksin við 5,6% í mun til árið í fjør.

Mánaðirnir hava verið sera ójavnir, tí bæði apríl, mai, juli og august hevur ongin vøkstur verið.

Hinar mánaðirnar hevur vøksturin verið tað betri, og tí er samlaði vøksturin 5,6%, nú tríggir ársfjórðingar eru farnir av kalendaraárinum.