Sambært heimasíðuni hjá Gjaldstovu Føroya, vóru skattainntøkurnar hjá Eysturkommunu minni fyrsta kvartal 2018 samanborið við fyrsta kvartal 2017. Fyrsta kvartal 2017 vaks skattainntøkan 6,1 % í mun til 2016, meðan skattainntøkurnar hjá Eysturkommunu minkaðu 2,2 % fyrsta ársfjóðring 2018 í mun til sama tíðarskeið í 2017.
Januar Februar Mars Tilsamans
2016 4,79 mió. kr. 5,72 mió. kr. 5,78 mió. kr. 16,3 mió. kr.
2017 5,43 mió. kr. 6,26 mió. kr. 7,21 mió. kr. 18,9 mió. kr.
2018 5,62 mió. kr. 6,29 mió. kr. 6,63 mió. kr. 18,5 mió. kr.



