Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skattainntøkurnar vaksa ikki meira

John William Joensen

Sambært nýggjastu tølunum frá TAKS er Klaksvíkar Kommuna nr 26 av 30 kommunum tá mett verður um vøkstur av skattainntøkunum. Miðal vøksturin í inntøkunum hjá føroysku kommununum er 5,45% men higartil í ár eru skattainntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu einans øktar 0,46%.

Persónskatturin hjá borgarunum er góðar 2 mió. minni enn mett var á fíggjarætlanini.

Samlaðu inntøkurnar fyri 2013 vóru 167,5 og ein dagførd meting sigur at kommunan fær í 2014 tilsamans 171 mió. kr. sum er met hóast skattaprosenti í ár var lækka 0,25%. 

Komandi ár er skattaprosenti hækka við 0,50% í mun til inniverandi ár.

Sí talvu HER