Viðmerking til grein hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur býráðs- og løgtingslim frá 5. februar 2015.
Viðmerking til grein hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur býráðs- og løgtingslim frá 5. februar 2015.
Eg eri samdur við Fólkaflokkinum í, at tað ikki er heppið at hækka skattin, men tað er nú einaferð so, at vit í Klaksvík hava ein skúla við Ziskatrøð, sum er í serliga ringum standi. Tað hevur verið lítil og eingin vilji at gera nakað við hann tey seinastu nógvu árini, men til seinasta býráðsval var breið semja um, at nú skuldi veruliga gerast nakað við skúlan. Og hvat? Tað kostar at byggja ein nýggjan skúla.
Býráðsmeirilutin vildi millum annað fíggja skúlabyggingina við at hækka skattaprosentið við einum hálvum prosentstigi. Hetta var sami leistur, sum varð nýttur at fíggja prestisjubyggingina hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur av Heiminum við Vágna. Munurin á verkætlanunum er bara, at skúlabyggingin er nógv dýrari, enn byggingin av Heiminum við Vágna.
Ætlanin hjá sitandi meiriluta er at lækka skattin aftur so skjótt, møguleiki er fyri tí. Í staðin fyri at hækka skattin, ynskti Fólkaflokkurin í heyst m.a. at skerja játtanina til barnagarðsøkið. T.v.s. at meðan familjur farna heyst høvdu bráðfeingis tørv á ansingarplássi, so ynskti Fólkaflokkurin at skerja økið enn meira. Hatta vísir bara, hvussu hálvhjartað arbeiðið hjá Fólkaflokkinum hevur verið í býráðnum seinastu tíðina.
Tá ið nú Fólkaflokkurin er so nógv ímóti at hækka skattin, hví hevur sami flokkur so í Løgtinginum valt at inntøkuføra og hækka framtíðarpensjónsskattin hjá øllum, sum rinda inn til eina pensjónsuppsparing, fyri at geva teimum ríku stórar skattalættar? Hví hevur Fólkaflokkurin í Løgtinginum ásett eitt tilfeingisgjald, sum sami flokkur í býráðshøpi gevur øðrum skyldina fyri?
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir millum annað á, at tað er skeivt at savna pening saman í góðum tíðum. Vit læra í sunnudagsskúlanum, at ein skal savna saman í góðum tíðum til at standa ímóti við í ringum tíðum; men sum øllum kunnugt, so er hetta ikki politikkurin hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík. Tað er helst orsøkin til, at flokkurin hevur verið við til at koyrt kommununa á heysin tvær reisur í mínari livitíð.
Samanumtikið er sitandi samgonga í Klaksvíkar býráð tann fyrsta samgongan, sum veruliga roynir at finna eina varandi loysn á einum nýggjum Ziskatrøð skúla við at savna saman í góðum tíðum til at standa ímóti við í ringum tíðum.
Petur Martin Hansen, formaður í Norðoya Javnaðarfelag




