Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið í íverksetan

John William Joensen

Mánakvøldið 3. september skipar Íverksetarahúsið fyri nýggjum skeiði í íverksetan. Skeiðið koyrir hvørt mánakvøld frá mánadeginum 3. september til 1. oktober.

Á skeiðinum verður spurt: Hvørjir møguleikar finnast? Hvørji vandmál eru? Hvat kanst ein læra av øðrum?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum koma upp at venda á skeiðinum, har luttakarin kemur at verða saman við øðrum fólki, sum arbeiða við somu avbjóðingum.

Endamálið er at geva luttakarunum neyðugu vitanina á skeiðinum – og menningina í netverkinum.

Á skeiðinum koma kompetentir leiðarar úr vinnulívinum og royndir íverksetarar at geva síni boð. Skeiðsleiðari verður Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum.

Tekning á 459700 ella is@is.fo.

Meiri fæst at vita á www.is.fo