Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið í mun til ótta í Klaksvík

Erling Fles

Fylla stúranir og ótti ov nógv í tínum lívi? Hevur tú avbjóðingar í gerandisdegnum, ið til tíðir gera tað trupult at liva lívið, sum tú gjarna vildi ynskt?

Vit uppliva øll ótta til tíðir – onkur minni og onkur meiri.

Vit hava øll upplivað at verið ótrygg, bangin og stúrt um okkurt í lívinum. Hetta er ein sjálvskrivaður partur av lívinum. Hjá nøkrum av okkum kunnu slíkar kenslur og tankar tó fylla ov nógv og vit fáa ikki livað okkara lív á tann hátt, ið vit gjarna vildu ynskt. Hetta viðførir at lívsgóðska okkara versnar og vit gerast minni glað og avmarka okkum í mun til okkara dreymar og ætlanir. Vit kunnu hava katastrofutankar, heilsuótta, sosialótta, panikkótta, avriksótta o.s.fr. Óttin vísir seg oftast við hjartabankan, sveitta, óró, ein gerst svimbul, nervøsiteti, trupulleikum í búkinum o.ø. Tað er nógv ymisk sløg av ótta, ið kunnu niðurseta okkara lívsgóðsku og avmarka okkum í gerandisdegnum. Tað góða við tí er; at hetta kann man gera nakað við.

Skeiðið fer fram við undirvísing í mun til ótta og luttakarar sleppa av fortelja um sínar avbjóðingar, um tey ynskja tað.

Hvønn er skeiðið fyri? Skeiðið er fyri øll, ið á ein ella annan hátt stríðast við ótta, nervøsitet, stúranir og tað er eisini fyri teg, ið gjarna vilt læra um ótta – og hvussu ein kann handfara slíkar avbjóðingar í gerandisdegnum.

Høvuðsevni eru:

Hvat er ótti – og hvussu virkar hesin?

Hvat er sjálvsvirði – hvussu kann eg betra um hetta?

Hvat er sjálvsálit?

Hvussu fái eg betra um mítt kontrol á óttakenslum og tonkum?

Skeiðið er týskvøld frá kl. 19.00-21.00. Byrjan 4. oktober og endar 29. november. Endamálið er: at læra at skilja óttakendar kenslur og tankar betri og at læra um ótta frá einum vísindaligum útgangspunkti og annars at læra at handfara avbjóðandi kenslur og tankar í gerandisdegnum á ein meiri gagnligan hátt. Undirvísari er Erling Fles, autoriseraður psykologur við serútbúgving í kognitivari atferðarterapi.

Um tað eru spurningar og ynskir tú nærri upplýsingar skriva teldupost til efpsykolog@gmail.com ella ring á tel. 282726. Vitja eisini facebooksíðuna EFpsykolog.