Í samstarvi millum Heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu og Parkinsonfelagið eru sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, ergo- og fysioterapeutar á skeiði í tríggjar dagar í Klaksvík.
Í samstarvi millum Heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu, Norðoya Bú- og Heimatænastu og Parkinsonfelagið eru sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, ergo- og fysioterapeutar á skeiði í tríggjar dagar í Klaksvík.
Skeiði er í Smæruni og endamálið er at betra um vitanina um Parkinsonsjúkuna hjá heilsustarsvfólkið. Luttakarar eru frá øllum eldraøkjunum í Føroyum og frá Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Í nógvum førum er vitanin um Parkinsonsjúkuna ikki nøktandi. Heilsustarvsfólk føla ofta at tey ikki megna geva eina nøktandi tænastu tí vit skilja ikki sjúkuna. Ofta vita vit ikki hvussu vit kunnu hjálpa og hvat vit skulu hyggja eftir.
Undirvísarar eru:
Tove Henriksen, yvirlækni, Neurologisk afd., Bispebjerg Hospital
Anders Clausen, kliniskur sjúkrarøktarserfrøðingur, Neurologisk afd., Bispebjerg Hospital
Svend Mikael Larsen, fysioterapeutur, Odense Kommune
Anna B. Danielsen, fysioterapeutur LS
Bjartur Thomsen fysioterapeutur, LS, cand. scient í ítrótti og heilsu.
Mariann P. Garðalíð, ergoterapeutur, ROSAH
Leif Olsen, sosialráðgevi, Almannaverkið
Gunnvá Clementsen, sjúkrarøktarfrøðingur, Neurologiskt amb. LS
Marjun Poulsen, eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni
Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari í Norðoya Bú- og Heimatænastu
Durid Johannesen, sjúkrarøktarfrøðingur og forkvinna í Parkinsonfelagnum
Harumframt siga sjúklingar og avvarðandi frá.
Skeiði endar í morgin.




