3. september og 14 dagar fram fær Klaksvík vitjan av Basiru Njai úr Ghambia. Bass, sum hann verður nevndur, kemur til Føroya at undirvísa okkum í afrikanskum trummuslátri.
3. september og 14 dagar fram fær Klaksvík vitjan av Basiru Njai úr Ghambia. Bass, sum hann verður nevndur, kemur til Føroya at undirvísa okkum í afrikanskum trummuslátri. Hann fer at hava skeið bæði fyri byrjarar og fyri tey, ið kanska hava roynt afrikanskar trummur fyrr.
Skeiðini verða í Virkishúsinum og fólk í øllum aldri eru vælkomin at melda seg til. Kostnaðurin er 100,- kr. um tíman og velur ein sjálvur, hvussu nógvar tímar ein vil hava. Tilmelding á telefon 281810 (Beinta) ella á telefon 227972 (Høgni).
Um onkur vil vitað meir um Bass, so er at fara á heimasíðuna hjá honum:
www. african-drumming.com




