Magni Laksáfoss, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, skrivaði ikki undir brævið til kringvarpsleiðsluna av prinsipiellum orðsøkum
– Eg haldið ikki at løgtingið skal blanda seg uppí hvussu sendiflátan hjá kringvarpinum sær út.
– Eg skilji væl at fólk mótmæla og tað hava tey fullan rætt til – men sum løgtingslimur er tað sera týdningarmikið ikki at blanda tingini saman.
– Vit hava lóggevandi myndugleika og kunnu seta spurningar til landsstýriskvinnuna í Mentannarmálum sum umsitur Kringvarpið.
– Landsstýriskvinnan umboðar útinnandi valdið og tað er tí hennara uppgáva at gera vart við seg um nakað er galið á stovnum undir landinum.
Magni Laksáfoss vil als ikki úttala seg um morgunlesturin í útvarpinum, tí um hann gørdi tað so blandaði hann seg upp í arbeiði hjá einum stovnsleiðara – og tað er prinsipielt skeivt, sigur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin og núverandi limur í løgtingsins fíggjarnevnd.




