Sjúrður Skaale spyr landsstýriskvinnuna í mentamálum um hvussu gongur við at endurskoða skeltingina hjá landsverki, soleiðis at t.d “Ánir” og “Hellur” á skeltunum aftur koma at eita soleiðis, sum bygdirnar hava verið nevndar millum manna.
Løgtingslimurin sigur í viðmerking at ókendu nøvnini komu longu í sjeyti árunum.
– Tað kom fram ein dokmatisk hugsan í 70 unum um at øll staðanøvn skuldu verða óbundin og við støði í hesum komu nøkur nøvn á prent og skeltir frá Landsverk – sum ikki høvdu støði í tí siðvenjuni, sum var í bygdum í býum kring landið.
– Í onkrari bygd var savnað inn undirskriftir móti nýggja heitinum og 100% skrivaðu undir.
– Ein nevnd er sett sum kom við einum álitið í 2007, men kortini er málið ikki loyst. Eivind Weihe stóð á odda fyri álitinum í 2007 og tað álitið er sera skilagott og í samsvar við tað sum fólk ynskja, sigur Sjúrður Skaale
———-
Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, sambært § 52 a í tingskipanini
1) Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri Løgtinginum, um arbeitt verður við at løggilda ein lista við føroyskum staðanøvnum?
2) Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri Løgtinginum um hetta arbeiði fylgir tilmælunum í tí áliti, sum nevnd, sett av Landsverki at endurskoða bygdanøvnini á skeltunum, lat frá sær í 2007?
3) Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri Løgtinginum nær hetta arbeiði væntandi verður liðugt?
Viðmerkingar:
Tað hevur verð stór ónøgd við, at tá Landsverk í sjeytiárunum setti upp skelti við bygdanøvnum, vórðu nøkur nøvn broytt í mun til tað, ið vanliga hevði verið nýtt.
Fyri nøkrum árum síðani setti Landsverk so nevnd við Eivindi Weyhe sum formanni at endurskoða bygdanøvnini á skeltunum.
Tilmælini í nevndarálitinum, sum kom á heysti 2007, eru í samsvar við tað, sum tey flestu kennast við (t.d. Ánirnar í staðin fyri Ánir og Hellurnar í staðin fyri Hellur).
Í brævi frá innendismálaráðnum til ein borgara, dagfest 9. desember 2009, stendur, at Mentamálaráðið skal varða av myndugleikanum yvir staðanøvnum okkara.
Tí verður í fyrsta lagi spurt, um arbeitt verður við at løggilda ein lista við staðanøvnum, í øðrum lagi um hetta arbeiði fylgir umrødda tilmæli frá 2007, og í triðja lagi nær arbeiði væntandi verður liðugt.




