Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skemt av øllum hillum á Tjóðpallinum

Danial Viðoy

Onkuntíð verður sagt, at man ikki skal endurtaka eina success – ella at fara aftur til ein fusara. Men tað leggja tey einki í á Tjóðpallinum, sum aftur í ár hevur sett Café Gløgg á pall í desember.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Tíðindaskriv – Tjóðpallur Føroya: Onkuntíð verður sagt, at man ikki skal endurtaka eina success – ella at fara aftur til ein fusara. Men tað leggja tey einki í á Tjóðpallinum, sum aftur í ár hevur sett Café Gløgg á pall í desember. Café Gløgg bjóðar gestunum ein tíma við skemti, tónleiki og knívskarpari satiru, sum pilkar við okkara sjálvsfatan, ónodlur og forfeingiligheit. Bara fyri at nevna nøkur av eymu og stuttligu evnunum, sum Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Gunnvá Zachariasen og Mariann Hansen, borðreiða við afturvið tónunum hjá Magnus Johannessen, sum aftur í ár situr við klaverið.

Café Gløgg er ætlað sum eitt stuttligt startskot upp á eitt gott kvøld í býin, har høvi er hjá bindiklubbum, vinfólki, starvsfeløgum og øðrum at flenna saman og fáa okkurt stuttligt at tosa um, tá farið verður víðari á matstovu ella aðrastaðni.

Fyrsta sýning var 2. desember og Café Gløgg spælir hóskvøld til sunnukvøld til og við 18. desember.