Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skemt er smyrjioljan á arbeiðsplássinum

Tíðindaskriv

– Arbeiðslívið er so stórur partur av lívinum, at skemt eigur eisini at vera við har. Skemt og kæti skulu ikki skiljast frá arbeiðslívinum.

Tað heldur Karen-Marie Lillelund, sum skal halda fyrilestur á Leiðaradegnum 25. januar.

 

At flenna á arbeiðisplássinum er ikki lik við at alt er tað bera fjas og fjant

Karen-Marie Lillelund heldur, at tað verður flent ov lítið á nógvum arbeiðsplássum.

Í sínum fyrilestrum, sum fáa bæði arbeiðsmannin og stjóran at flenna, samstundis sum teir geva meining, lýsir hon, hvønn týdning skemt hevur fyri trivnaðin á einum arbeiðsplássi.

 

Skemt á arbeiðsplássinum er smyrjioljan, sum fær alt at ganga lættari í einum strongdum gerandisdegi.

– Eingin ivast í, at á arbeiðsplássum, har fólk trívast, verða bestu úrslitini rokkin. Og ein leiðsla kann við at loyva kæti, gera fyritøkuna til eitt arbeiðpláss við trivnaði, uttan at alt verður fjas og fjant, sigur Karen-Marie Lillelund.

 

– Vit brúka yvir sjey tímar um dagin á arbeiðsplássinum, so tað er næstan spilt tíð, um eitt sindur av kæti ikki eisini er uppí.

Karen-Marie Lillelund er tvær ferðir vald, sum besti fyrilestrahaldari í Danmark.

 

Leiðardagurin verður á Hotel Føroyum 25. januar. Synergi skipar fyri leiðaradegnum.