Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skemtiligt innbrot á politistøðini í Klaksvík

John William Joensen

Eftir eina ítróttarkapping í Klaksvík í seinastu viku, breyt ein eysturoyingur inn á politistøðina, skrivar Norðlýsið í februar mánaða 1996

Brot úr Norðlýsinum nr. 5 fríggjadagin 2. februar 1996

Av politistøðini frætta vit, at maðurin, ið var 19 ára gamal, var í Klaksvík í samband við eina ítróttarkapping. Hann var komin í illstøðu við nakrar ungar menn um kvøldið og var sambært honum sjálvum sligin í andlitið. Maðurin gjørdi tí av at fara á politistøðina at melda tilburðin.

Stongt á politistøðini
Tá maðurin var komin út á politistøðina var stongt, men hann varnast ljós í ovaru hæddini og tí fór hann niðanum at banka á dyrnar.

Men svar kom onki og hurðin var framvegis læst.

Síðani fór han omanum og blakaði nakrar smásteinar eftir vindeyganum har ljós var við tí úrslitið, at rútar brotnað, men framvegis svaraði ongin.

Síðani fór hann niðan um húsini og breyt seg inn á støðina fyri at fáa fatur á eini telefon.

Ringdi til Havnar
Maðurin ger ikki vandari enn at hann ringir til politistøðini í Havn tlf. 11448 og greiður frá at innbrot hevur verið á politistøðini í Klaksvík. Tá politisturin á politistøðini í Havn spyr hvør hevur brotið inn, sigur maðurin; "Tað er eg!"

– Hvar ert tú, er so næsti spurningurin;

"Eg eri á politistøðini!!" er svarið.

Politisturin í Havn leggur so hornið á og skundar sær at ringja til politi-ið í Klaksvík, sum hevði automatiska umstilling til vakthavandi.

Men telefonin á politistøðini í Klaksvík ringir nakrar ferðir áðrenn hon automatiskt stillar um til vakthavandi og hvørjaferð tekur innbrotsmaðurin telefonina.

Politisturin í Havn sleppur tí ikki ígjøgnum til vakthavandi.

Grannarnir upp í leikin.
Grannar til politstøðina hoyrdu, tá maðurin bukaði upp á dyrnar og breyt rútar á støðini – og teir ringja nú eisini á politistøðin í Klaksvík at melda tilburðin.

Tá ein av grannunum ringir og innbrotsmaðurin svarar telefonini, spyr grannin hvat maðurin ger á politistøðini?

"Tað veit eg fanin ikki , her ringir allastaðni og eg havi nóg mikið at gera við at taka telefonina!!".

Karsten Hansen, sýslumaður sigur við Norðlýsið, at tá ein av grannunum ringid til hansara – fór hann beinanvegin yvir á politistøðina.

– Tá sæt innbrotsmaðurin og svaraði telefonini og tá hann sá meg segði hann: " Hatta vóru tit forbanna leingi um!!"

Eysturoyingurin var ávirkaður og verður ákærdur fyri innbrot, umframt at bróta rútar. Annars hevði hann ikki gjørt ónaðir á støðini.

Men hvussu gekst við málinum – sum hann ætlaði at meldað – skrivar Norðlýsið í februarmánaða 1996 einki um.