Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skemtiligt við mongu gitingum

John William Joensen

sigur Jóannes Joensen, sum er ein av eigarunum av maskinverkstaðnum Ídni, ið byggir prýðiligan bygning á vestar kajøkinum í Klaksvík.

– Onkur hevur fortalt at Havnar Timburhandil skal lata upp, onkur annar at talan var um Baslev og enntá hevur onkur ró uppundir, at vit ætlað at samstarva við Bowlinghøllina á Gundadali, sigur “Jóa” sum er ein av fýra, sum í dag eiga smiðjuna Ídni.
– Ídni hevur virkað sum smiðja í Klaksvík síðan kríggið og vit kunnu siga at smiðjan hevur altíð røkt tað, sum hevur ligið við kaj-kantin.
– Tá vit fóru undir at byggja nýggja bygningin vóru vit greiðir ivir at umráðandi var at vit gingu nýggjar leiðir og komu við onkrum nýggjum.
– Eg kann siga so mikið at vit ætlað longur enn bert at vera eitt virkið, sum serviserar fiskiflotan – men hvat tað verður vilja vit ikki siga enn.
– Um talan var bert um ein smiðju, so skuldu vit út at kappast við fleiri aðrar, sum røkja hetta í dag, og tí kann eg siga at vit fara at gera nakað heilt serligt.
– Men sum tit vita, so verður dúgliga gitt og tað taka vit sum skemt – sigur Jóannes Joensen “Jóa” í stuttari viðmerking.

Nýggi bygningurin hjá Ídni er einar 1300 m2 og teir sum eiga Ídni í dag eru; Jóannes Joensen, Sjúrður Sjúðraberg, Jóhann Samuelsen og Jóannes Poulsen.

Harleywoodpaint