Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skerdu KÍ kvinnurnar gjørdu tað aftur

Txt: Jákup Ósá, myndir: Oliver

(Flott KÍ avrik) Hóast KÍ kvinnurnar stóðu yvirfyri einari av størstu avbjóðingunum í fleiri ár í kvøld, so eydnaðist at vinna á HB, ið hevði sett alt inn fyri at vinna.


Undan kappingini í ár hava HB kvinnurnar styrkt seg við óvanliga nógvum leikarum og eisini í hesari vikuni høvdu teir styrkt seg fram til hendan dystin. Landsliðsmálverjin Nina Davidsen var komin úr Víkingi. Har ímóti var KÍ liðið meira skert enn í langa tíð. Tí tveir av størstu profilunum í nógv ár kundu ikki spæla. Málverjin Randi Wardum vegna hondbóltsfinalu og Rannvá B. Andreasen vegna leikbann. Ofta hevur verið tosað um, at KÍ ikki fer at klára seg uttan Rannvá, men hetta bleiv mótprógvað í kvøld. KÍ var betra liðið og kom fult uppiborið á odda 1-0 við máli frá Sofíu Purkhús eftir 52 minuttum, men HB javnaði við máli frá Heidi Sevdal. Í longdu leiktíðini skoraði Malena Josephsen sigursmálið, tá einans 5 minittir vóru eftir og sostatt vann KÍ 2-1. 

Ein sigur, ið uttan iva hevur smakkað betri enn teir flestu seinnu árini, tí í kvøld vóru fortreytirnar avgjørt til staðar fyri, at liðið kundi rúka út við einum skerdum liði og einum styrktum HB liði.


Í hálvfinaluni møtir KÍ EB/Streymi, ið eisini hevur eitt sterkt lið í ár.

Harleywoodpaint