Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

SKERPIKJØTSKAPPING og BÓNDAMARKNAÐUR – nú kann meldast til

Fríða

Café Fríða og Biskupstorg skipa fyri skerpikjøtskapping og bóndamarknaði 17. desember. Tað verður navnframi kokkurin, Gutti Winther, ið verður høvusdómari.

Kappingin hevur verið roynd áður, og bæði bóndir og borgarar hava tikið væl ímóti. Kappingin verður skipað soleiðis:

Gestadómari: Gutti Winther

Hjálparar: Fittar og hjálpsamar nissur

Hvussu kanst tú vera við: Tú kanst lata inn eitt tjógv ella bógv á Café Fríðu, og so ert tú við í kappingini, har vit finna norðoya besta skerpikjøt!

Bóndamarknaður: Allir luttakarar til skerpikjøtskappingina verða eisini boðnir við til Bóndamarknaðin úti á torginum, uttan kostnað. Vit bjóða tykkum undir tak uttanfyri og at hava eina hitalampu um neyðugt.

Café Fríða stuðlar vid føroyskum, heimabakaðum rugbreyði.

Kappingin byrjar kl 12, og vinnarin verður funnin kl. 17

Pengarnir fara, eins og undanfarin ár, óskerdir til jólagávur til Barnaheimið.

Harleyfacadeacryl