Tríggir fastir leikarar í uppstillingini vera helst ikki við sunnudagin.
Tríggir fastir leikarar í uppstillingini vera helst ikki við sunnudagin.
Sunnudagin er stóri klassikarin millum KÍ og HB á skránni. HB er undan dystinum nummar 2, meðan KÍ er nummar 4. Til dystin er KÍ liðið meira skert enn til nakran annan dyst higartil í ár. Tórur Justesen fekk reytt kort á Svangaskarði og hevur leikbann móti HB. Atli Danielsen verður burturstaddur í útbúgvingarørindum og Hjalgrím Elttør fekk ein skaða í økslina móti B68, sum ger hann sera ivasaman til dystin sunnudagin. Hann bleiv eisini útskiftur móti B68 av hesum skaðanum og hevur ikki vant síðani. Sum skilst bendur mest á í løtuni, at hann ikki spælir sunnudagin.
Atli var eisini burturstaddur í dystinum móti Skála, men annars hava hesir spælt allar dystirnar í ár frá byrjan.




