Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skert KÍ lið møtir fullmannaðum B36 liði

Jákup Ósá

Tað eru ymiskar fortreytir til dystin í Havn ólavsøkudag.

Jonas Flindt Rasmussen, Álvur Christiansen, Jóhan Jacobsen og Henry Heinesen kunnu ikki spæla í dag. Tann fyrsti er skaddur, tann næsti er burturstaddur og hinir báðir hava leikbann. Harafturat er Atli Danielsen givin í mun til seinasta dyst og ivamál er um Rodrigo Silva. Hinvegin er Bárður Johnsson Heinesen nú tøkur hjá besta liðnum fyri fyrstu ferð í ár. B36 hevur allar mans tøkar.

Dysturin í Gundadali byrjar kl. 16.00 og dómari verður Dagfinn Forná. B36 liggur undan dystinum á odda í Effodeildini, meðan KÍ liggur á 6. plássi.