Tað gongur sera skjótt við nýggja ringvegarstrekkinum undir Fossum, og skjótt verður skíðbreytin, sum Klaksvíkar Skíðfelag hevur brúkt, søga.
Mangur ungur drongur og ung genta, man hava havt stuttligar løtur eftir skíðbreytini av Fossum og oman á Hædd. Seinasta vetur, skipaði Klaksvíkar Skíðfelag fyri eini skíðkapping her, og tá bleiv sagt, at hetta var seinasta kappingin á hesum stað.
Hetta sær út til at fara at halda, tí longu nú eru maskinurnar komnar somikið langt, at tað bert eru talan um vikur, til at eisini skíðbreytin verður grivin upp.
Hetta er sjálvsagt partur av framburðinum í býnum, og áhugavert verður at síggja, hvørji ráð Skíðfelagið nú fer at taka til. Sjálvandi verður skipað fyri skíðkappingum um tær ikki kunnu gerast av Fossum. Gravardalur hevur eitt nú verið nevndur í hesum sambandi.




