Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skifta um heimavøll

FSF

B36 og EB/Streymur spæla á Tórsvølli í kvøld.

Sunnudagin 1. mars var fult umfar í EFFO-deildini á skránni, tá kappingarárið 2015 av álvara varð bríkslað í gongd.

Men á vøllinum við Margáir í Streymnesi, har EB/Streymur skuldi taka ímóti føroyameistarunum úr B36 var so mikið av kava, at dómarin metti ikki, at tað var spælandi. Tískil varð dysturin útsettur, og skuldi í fyrstu atløgu spælast við Margáir týsdagin 3. mars klokkan 16:15.

Men nú eru Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya, EB/Streymur og B36 blivin samd um, at liðini skifta um heimavøll og spælt verður í Havn.

Dysturin í kvøld millum B36 og EB/Streym verður tískil spældur í Havn. men ikki á Ovara Vølli í Gundadali. Í staðin verður spælt á Tórsvølli klokkan 18:00, skrivar heimasíðan hjá FSF.