Borgarastjóraskiftið hjá Sands Kommunu er sera sjálvsamt – fyri ikki at siga eitt eindømi. Stóri vinnarin gjørdist Brandur Sandoy, sum við at skifta síðu megnaði at koppa fyrst valda í bygdarráðnum í Sands Kommunu
Sambart Sandoyar Portalinum skeyt listi A Brandur Sandoy upp meðan listi C skeyt Olgu Fossdalsá upp til nýggjan borgarstjóra. Atkvøtt var síðani . Úrslitið gjørdist, at Brandur fekk 4 atkvøður meðan Olga fekk 3 atkvøður.
Tað vil siga, at at nýggj samgonga við Brandur Sandoy, Eyðvarur Petersen, Fríða Nolsøe og Poul D. Klementsen, hevur nú tikið við í bygdarráðnum í Sands Kommunu.
Sostatt var borgarstjórin hjá Sands Kommunu feldur tá ein nýggjur meiriluti í bygdarráðnum 4-3 boðaði honum frá at teir ynsktu at hann legði frá sær.
Sambært kommunustýrislógini situr ein borgarstjóri í fýra ár – men kann sjálvandi leggja frá sær av persónligum orðsøkum um bygdarráði góðkennir tað.
Frá heimilarfólki sum vóru á bygdarráðsfundinum vóru niðurstøðurnar hjá baði grannskoðara viðvíkjandi málinum um megnskúlan o.o. mál og niðurstøðan hjá Bjørn á Heygum advokati um ógegni til fyrimuns fyri borgarstjóran. Arbeiðshátturin hjá borgarstjóranum vóru ikki anfektaðar og tí kundi Páll á Reynatúgvu halda høvdið høgt tá hann legði frá sær.
Líkamikið hvussu ein vendur og snarar borgarstjóraskiftið hjá Sands kommunu – so er greitt at talan er um eitt politiskt skiftið – har ein politiskur "tepur" meirluti av bygdarráðslimum krevja borgarstjóran frá – og tað er sera sjálvsamt í Føroyum – fyri ikki at siga ókent.




