Í landspolitikkinum hava vit sæð, hvussu illa tað kann ganga, tá fíggjarstýring ikki verður tikin í álvara. Serliga í miðstaðarøkinum eru játtanir farnar langt út um budgett, onkuntíð upp í tað dupulta av upprunakostnaðinum. Í Klaksvíkar Kommunu hava útreiðslurnar eisini verið ov stórar seinastu árini, og dugað hevur verið ov illa at halda aftur. Tað er als ikki í lagi, at kommunan ikki er skuldarfrí og at hon ikki hevur yvirskot, tá ein hugsar um, hvussu góðar tíðirnar hava verið búskaparliga.
Kanska er tað tí at kommunurnar eru avmarkaðar við lóg í, hvussu nógvar pengar tær kunnu brúka, sum tær ikki hava, at vit hóast alt kunnu siga, at støðan ikki er so ring, at hon ikki kann rættast upp aftur. Tað kann hon, og tað fara vit at gera, um tey røttu fólkini koma í býráðið á býráðsvalinum 10. november.
Gjøgnumskygni
Ein háttur at røkka betri og neyvari fíggjarstýring er at kunna borgaran meira leypandi um inntøkur og útreiðslur. At borgarin fær fylgt við í rakstri og íløgum, og hvat hvør verkætlan kostar, umframt hvussu væl tað gongur við at halda seg til givnar játtanir, er eitt sera einfalt og nærum ókeypis amboð at tálma útreiðslunum. Borgarin fær harvið innlit í, hvussu væl hansara umboð umsita tann pening, teimum er litin upp í hendur.
Vit kenna tað frá tunnilsverkætlanum, har vit umleið vikuliga verða kunnað um, hvussu nógvir metrar nú eru sprongdir. Á líknandi hátt skal tað bera til at fylgja við í kommunalum verkætlanum, bæði viðvíkjandi framtøku og tí fíggjarliga.
Projektstýring
Verkætlanirnar skulu fylgjast upp av kommununi, soleiðis at um budgettið fer av kós, skal bera til at fanga tað so skjótt sum gjørligt, soleiðis at kumpassin kann rættast í góðari tíð. Har skal vera regluligt samskifti millum kommunala myndugleikan og entreprenørin, ið m.a. skal hava til endamáls at fyribyrgja síðusporum og rudda misskiljingar av vegnum. Í stuttum skal býráðið hava fingurin nógv meira á pulsinum.
Haldførur kommunalur búskapur
Klaksvíkar Kommuna skal lækka skattin og hækka barnafrádráttin. Hetta fíggjar seg sjálvt, tí við at vit fáa fleiri barnafamiljur, fáa vit eisini fleiri skattgjaldarar. Men eitt høvuðsendamál við tí, sum nevnt er omanfyri um neyvari fíggjarstýring, skal júst vera fyri at geva kommununi meira luft í budgettinum, soleiðis at ráðini eru til at minka um skattatrýstið og gera tað liviligari hjá barnafamiljum.
Tað kann ljóða øvugt, at nógv meira ber til, tá raksturin er sunnur, enn tá slúsurnar eru víðopnar, men ongin ivi er um, at tað seinna lønar seg aftur í gráum kálvskinni, meðan skynsom fíggjarstýring gevur eitt nógv betri haldføri og ein meira stabilan kommunalan búskap.
Verði eg valdur í býráðið tann 10. november, fari eg at virka fyri lægri skatti og hægri barnafrádrátti, ið skal fíggjast við meira skynsamari fíggjarstýring.
Við Klaksvíkskvøðu
Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy




