Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skiljiristin skilir væl

Helgi Abrahamsen

Mánadagin seinnapart kom Magnus Heinason aftur av royndartúri við skiljirist. Hetta var seinni túrur av tveimum, sum skuldu gerast í ár.

Mánadagin seinnapart kom Magnus Heinason aftur av royndartúri við skiljirist. Hetta var seinni túrur av tveimum, sum skuldu gerast í ár.

Endamálið við royndini var at kanna, hvussu væl ristin skilir støddirnar á toski, hýsu og upsa.

Vinkulmátari varð settur á ristina og lá ristin nógv um 30°. Fyribils sær út til, at ristin skilir væl. 

Øll veiðan varð kannað, so til bar at samanbera tóvini við og uttan rist. Royndirnar vístu, at tað var meira av smáari hýsu og smáum upsa í trolinum við ongari rist enn í trolinum við rist, skrivar Havstovan.

Fyrstu tóvini vórðu gjørdar norðanfyri, frá Viðoynni og eystur um Fugloynna, síðani vórðu nøkur hál gjørd norður úr Mýlingi, suður úr Svínoynni, Nólsoyarbanka og Sandoyrarbanka.

Túrurin vardi frá 19. til 31. oktober.