Bjargingarfelagið fer saman við Atlantic Helicopters at skipa fyri annarleiðis bjarging á Sjómannadegnum.
Tá sjómannadagurin verður leygardagin, verður tað bjargingarfelagið, ið fer at standa fyri trygdini á økinum. Ætlanin er at trygdin á økinum á Stongunum skal vera í hásæti tá Sjóvinnudagurin verður skotin av og tí verður neyvt gjøgnumgingið hvussu vaktarhald skal skipast á økinum og hesum stendur bjargingarfelagið fyri.
Bjargingarroynd
Bjargingarfelagið fer eisini at standa fyri eini øðrvísi bjargingarroynd. Danjal Jákup Hansen, frá Norðoya Bjargingarfelag sigur, at teir hava smíðja ein flaka, sum skal ímyndað eitt skip. Á hesum flakanum er ein gummibátur festur og tá flakin er flotaður við fýra monnum á, verður borið so í bandið at flakin "skipið" tekur at søkka.
Vit fara síðani at síggja hvussu bjargingarbáturin kemur upp og blæsist upp og um hann tá vendir botninum upp, skulu menninir, sum nú flóta á sjónum, venda bátinum. Tá teir síðani eru komnir uppí bátin kemur tyrlan og tekur teir umborð.
Tá hetta er yvirstaðið og menninir bjargaðir í øllum góðum, verður farið niður eftir skipinum og ein roynd verður at flotað tað aftur.
Spennandi verður at síggja hvussu henda bjargingarroyndin fer at roynast.
Sum sæst aðrastaðni í blaðnum, so hevur Norðoya Bjargingarfelag ein merkisdag henda dagin, tá nýggi bjargingarbáturin hjá felagnum kemur til Klaksvíkar.




