Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipað altjóða fakliga ráðstevnu?

Lesarabræv

Nú ferðingarmynstrið og fiskatilfeingi er broytt á Norðurhøvum, er nærliggjandi at Havstovan skipar fyri altjóða fakligari ráðstevnu um hesar broytingar og hvørjar natúrligar avleiðingar eru í væntu í hesum sambandi.

Tað, ið hendur á Norðurhøvum, eigur vælsaktans at vera fakliga áhugavert, bæði lívfrøðiliga, veðurfrøðiliga og í mun til stovnsrøkt av ymsu fiskasløgunum, og eisini í mun til millumtjóða sáttmálar um fiskirættindi.

Sjálv ósemjan, ið er íkomin, appellerar kanska eisini til vinklarnar fólkarætt, millumtjóða samstarv, sáttmálar og diplomati.

Spurningurin um makt miðlar í mun til millumtjóða samstarv er helst eisini áhugaverdur.

Ein altjóða fakliga ráðstevna við luttøku úr flestu londum í heiminum, hevði helst kunna sett rætt fokus á fiskifrøðina og støðu okkara í mun til fiskiskap á okkara leiðum.

Vit høvdu helst fingið fakfólk kring heimin at úttala seg og varpa ljós á støðu okkara í heimlandi teirra, og harvið kring heimin allan.

Umráðandi er, at eisini argastu tjóðir at krevja tiltøk mót okkum eru við, hesi eru Írland, Skotland, Norra og Danmark, sum eg havi skilt.

Í hesum sambandi er eisini umráðandi at skipa professionellan altjóða fjølmiðla flutning, so alheimurin verður kunnaður so neyvt og breitt, sum gjørligt (veruligt pr. arbeiði).

Passa øll evnini ikki inn í eina slíka ráðstevnu, kunnu fleiri ráðstevnur skipast samstundis ella sum framhald, við sundurgreinaðum evnum, so vit raka so málrættað, neyvt og breitt, sum gjørligt.

Ein partur kann kanska verða skipan av alternativum forum, til eitt nú gransking, stovnsrøkt, útflutning og handilsvinnu við lond uttanfyri EU.

Støðan, sum Føroyar eru komin í, har vit ikki fáa boðskap okkara fram, er ikki haldbar og má læra okkum at finna vegir at fáa ljóð fyri sjónarmiðum okkara.

At eingi rødd hevur verið at tala søk okkara í EU er løgi og ørkymlandi, serstakliga tá nærmastu grannar okkara hava sæti í EU.

Vit mugu helst taka skeiðina í hina hondina.

Andrass Skaalum

Tórshavn, tann 25. juli 2013