Óli Hans Hammer, leiðari á Skipaeftirlitinum, sigur at teir ikki góðtaka at bátar sigla við ferðafólki uttan at hava góðkenning
Leiðarin á Skipaeftirlitinum vísir aftur at tað er Starvsmannafelagið sum hevur melda siglingina tvørtur um Leirvíksfjørð.
– Vit hava fingið áheitanir frá fólki sum ikki kenna seg trygg við støðuna og tí hava vit avgjørt at fara runt at kanna hvussu er við trygdini.
– Vit hava staðfest at tað eru bátar sum sigla ólógliga og teir kunnu vænta at vera ákærdir.
– Tað er soleiðis at bátar skulu hava serstakt loyvi at sigla við ferðafólki og hava teir ikki tað so vera teir meldaðir til løgregluna.
– Hinvegin eru loyvini í lagið so sleppa teir sjálvandi at sigla, sigur leiðarin á Skipaeftirlitinum við Norðlýsið.
Gera kanningar allastaðir
Óli Hans Hammer sigur at Skipaeftirlitið fer eisini at kanna siglingina til Gomlurætt.
– Vit kundu ikki koma yvir um til Klaksvík og tí ringdu vit til løgregluna í Klaksvík um at hjálpa okkum.
– Vit far eisini at kann siglingina aðrastaðni í landinum og fara sum sagt ikki at lata ólógliga sigling um okkum ganga.




