Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipalistin 2006

Oliver Joensen

Hetta er sjeyndi skipalistin í røðini, og eins og undanfarin ár er hann á tremur við hentum upplýsingum.

SKIPALISTIN 2006 er komin og fæst um alt landið
 
Vælumtókti SKIPALISTIN við hópin av upplýsingum og stórum, góðum litmyndum av føroysku skipunum er nú aftur at fáa í handlunum.
 
Hetta er sjeyndi SKIPALISTIN í røðini, og eins og undanfarin ár er SKIPALISTIN á tremur við hentum upplýsingum um høvuðsvinnuna. SKIPALISTIN er vorðin fólkaogn hjá teimum, sum hava tilknýti til skip og sjógv, og hann verður brúktur av útróðrarmonnum, skipum og reiðaríum eins og bæði almennum stovnum og privatum fyritøkum. Eisini uttanlands er áhugi fyri SKIPALISTANUM. Eitt nú fólk og stovnar, ið hava vinnuligt tilknýti til Føroyar nýta SKIPALISTIN í teirra arbeiði.
 
Dagførdur og álitandi
Stórur dentur verður lagdur á, at allar tær túsundtals upplýsingarnar í SKIPALISTANUM eru rættar, og nógvar dagføringar eru gjørdar í bókini. Til tess at tryggja at upplýsingarnar eru so rættar sum til ber, samstarvar SKIPALISTIN við avvarandi stovnar og myndugleikar, umframt at skipa- og bátaeigarar hvørt ár senda rættingar inn. Tætta samstarvið við myndamenn ymsa staðni í Føroyum hevur við sær, at nýggjar, góðar litmyndir av føroysku skipunum altíð eru í bókini. Hetta við góðum myndum og dagførdum og álítandi upplýsingum er vorðið eitt eyðkenni hjá SKIPALISTANUM.
 
Í SKIPALISTANUM 2006 eru dagførdar upplýsingar og myndir av føroyskum skipum úr 12 bruttotonsum og uppeftir eins og upplýsingar um bátar millum 4 og 12 bruttotons. Eisini eru umfatandi leitiyvirlit, so til ber at finna okkurt ávíst skip útfrá ymiskum leitorðum, eitt nú eftir eigara, stødd, maskinorku o.ø..
 
Lógarkravdur føroyskur álmanakki
Í SKIPALISTANUM er eisini føroyskur álmanakki, sum sambært løgtingslóg um bjargingarútgerð er krav umborð á bátum undir 20 bruttotons. Tað merkir, at SKIPALISTIN lýkur lógarkrøvini um føroyskan álmannakka. Hjá útróðrarmonnum eru neyvar upplýsingar um streymviðurskiftini alneyðug. Í SKIPALISTANUM er alt tilfarið savnað á einum stað, og í bókini eru bæði streymtalvur, streymkort og tíðir fyri vestfalls- og eystfallskyrrindi umframt broddarnar.
 
Yvirhøvur er fríðkað um uppsetingina av innihaldinum í SKIPALISTANUM, og sum heild er innihaldið væl skipað og uppsett. Frámerki eru uttast á síðunum, sum gera tað lættari at finna ávísar partar av bókini, og sum nakað nýtt fylgir eitt bókamerki við ymsum enskum heitum við SKIPALISTANUM 2006.
 
Umframt upplýsingar um skip og bátar er eisini hópin av øðrum upplýsingum í SKIPALISTANUM. Eitt nú kann nevnast radio- og samskiftisviðurskifti, neyðarkall, bráfangishjálp, signalfløgg, vitar í Føroyum, djóralívið á ymiskum tungumálum, havstreymar, ættirnar, almennar upplýsingar um veður, mát og vekt, føroyski róðrarbáturin, grindahvalurin og mangt annað. Eisini eru hagtøl, ið á ymsan hátt lýsa føroysku fiskivinnuna.
 
Seinast í bókini eru upplýsingar um havnir í Føroyum, alivinnuna og oljuvinnuna umframt lógarsavn við viðkomandi lóg um.
Umfatandi innihaldið í SKIPALISTANUM er avmarkað til tað, sum hevur at gera við skip og sjógv. Hetta er ein styrki, tí heldur enn at gera eitt sindur burtur úr nógvum, verður í SKIPALISTANUM gjørt nógv burturúr tí, sum er veruliga viðkomandi hjá brúkarunum.
 
SKIPALISTIN 2006 fæst um alt landið. Kostnaðurin er 149 krónur við bleytari permu og 199 krónur innbundin.
 SKIPALISTIN  hentur at hava