Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Skipan av øki 14 í miðbýnum tikið av býráðsskránni

Jóhann Lützen

Tá stjórin í Føroya Bjór fór á býráðsfund í kvøld, at hoyra um málið “Skipan av øki 14 í miðbýnum” fekk hann at vita at málið var tikið av skrá

 

Býráðsfundur er júst nú í Varpinum og Skipan av øki 14 í miðbýnum er ikki eitt av málunum, ið býráðslimir fara at taka støðu til. 

Við Norðlýsið mikudagin 9. oktober segði Einar Waag, stjóri í Føroya bjór at býráðið rekur Føroya Bjór úr Klaksvík. Henda útsøgn, upplýsti Einar, kom ti at býráðið á eykabýráðsfundi dagin eftir ætlaði at samtykkja ein veg og parkeringspláss, sum gingu ov nær bryggjarínum. 

Býráðsfundurin 10. oktober varð av ongum, hann varð útsettur til í kvøld og tá Einar Waag fór á fund í kvøld at frætta nærri um málið, fekk hann at vita at málið var tikið av skrá. 

Skráin til býráðsfundin í kvøld sæst her.