Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipanin við einum valdømi hevur ikki roynst sum væntað

John William Joensen

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sigur at hann higartil hevur verið fyri at Føroyar skulu verða skipaðar sum eitt valdømi. Tá eg atkvøddi fyri hesum var tað tí at vit og onnur hildu at gamla skipanin var ódemokratisk, skilt at tann hátt at veljarar í økjum har sera lítil møguleiki var hjá flokkinum at fáa tingmann valdan, ístaðin atkvøddu fyri øðrum flokkum.

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sigur at hann higartil hevur verið fyri at Føroyar skulu verða skipaðar sum eitt valdømi. Tá eg atkvøddi fyri hesum var tað tí at vit og onnur hildu at gamla skipanin var ódemokratisk, skilt at tann hátt at veljarar í økjum har sera lítil møguleiki var hjá flokkinum at fáa tingmann valdan, ístaðin atkvøddu fyri øðrum flokkum.

Serliga vóru tað fleiri sum vístu á at t.d. í Sandoynni vóru tað mong sum ætlaðu at velja smærri flokkarnar, men tá eingin møguleiki var at hesir flokkar fingu mann valdan í hesum valdøminum mistu smærru flokkarnir atkvøður.

Men hetta vísti seg ikki at halda stikk tí veljaraskarðin hjá smærru flokkunum er ikki vaksin síðani vit fingu tað eina valdømi.

Hinvegin hevur tað ført eina røð av negativum avleiðingum við sær og serliga tykist græsrótar virksemið sum flokkarnir hava havt kring um í landinum at hava fingið eitt skot fyri bógvin.

Tí eri eg persónliga farin at hugsa um hvørt tað ikki er rætt at Føroyar aftur vóru skipaðar í sjey valdømir tí eg trúgvi at hetta hevði havt eina góða ávirkan á flokksskipanina og demokratiska orðaskifiti.

Tað helst skulu nøkur val til fyri at kunna eftirmeta skipanina við einum valdømi endaliga. Men við teimum broytingum, sum higartil síggjast, er púra tilvildarligt, hvussu lokala umboðanin tryggjast. Kring allan fólkaræðisliga heimin eru lokal-økini tryggjað við ávísari umboðan. Tað er eitt mistak í verandi skipan við einum valdømi. Tí eigur verandi lóg í øllum førum at broytast, so øll økini í landinum hava umboðan. Við verandi skipan kann tað henda, at allir løgtingsmenn eru valdir í høvuðsstaðnum. Og tann møguleikin er ikki so óhugsandi, sum verandi samanseting á Løgtingi kundi bent á. Tó haldi eg ikki, at vit skulu venda aftur til gomlu skipanina uttan broytingar. Ikki alt er ringt við verandi skipan. Tað ber til at hava eina skipan, har veljarin kann velja frítt millum øll valevnir, men tó tryggja, at øll økini verða lutfalsliga eins umboðað.