Fríggjadagin 5. januar 2018 verður ein netverksfundur, ella ein sokallaðaður “Skiparafundur” í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík
Fundurin verður skipaður soleiðis, at ymiskar fyritøkur og aktørar koma at greiða frá tí nýggjastu tøknini á teirra økjum innan fiskivinnu.
Málbólkurin er yvirmenn og útgerðarmenn í fiskivinnuni.
Framløga: MLD (Stýrbarir Trollemmar)
Framløga: VIKMAR (Webinar við sølu og tøknikara hjá Marport í Íslandi)
Framløga: INJECTOR DOORS
Framløga: VÓNIN
Framløga: MUSTAD
Framløga: CONTRIVE
Gestarøðari verður Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri.
Lættari ábit, kaffi, te vm. verður eisini at fáa.
Tiltakið byrjar klokkan 10:00 og endar umleið klokkan 15:00.
Steðgur verður klokkan 12:00 og tá verður okkurt lættari ábit at fáa.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at skráseta seg fyri luttøku, tí talan er avmarkað pláss.
Nærri kunning og tilmelding er umvegis fylgjandi leinkju http://www.gamlaseglhusid.fo/skiparafundur.html


