Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipari sendur runt millum stovnar

John William Joensen

Eyðálvur Vang, skipari á útróðrarbátinum Kallanes, sigur at teir í seinastu viku noyddist at ringja fleiri samtalir áðrenn sjúkrabilur var sendur avstað frá Landssjúkrahúsinum.

Tað var tvassut veður, tá ein ungur maður var áhálsin og datt umborð á útróðrarbátinum Kallanes í seinastu viku.

Maðurin var so óheppin at detta niður á eitt jarnstykkið sum fór tvørtur ígjøgnum armin.

– Holið var á stødd við eina tíggjukrónu og hann hevði nógv pínu, greiður skiparin frá.

– Vit avgjørdu beinanvegin at sigla til nærmastu havn (Eiði) og ringdu til sjúkrahúsið í Klaksvík at fáa fatur á einum sjúkrabili.

– Har bleiv sagt, at teir ikki kundu koma til Eiðis, tí tað var uttan fyri økið hjá teimum og bóðu meg ringja á Landssjúkrahúsið.

– Eg ringdi so til 112 og teir skuldu beinanvegin senda ein sjúkrabil.

– Løtu seinri verða vit so uppringdir av ambulansutænastuni á Landssjúkrahúsinum, sum greiðir okkum frá at teir voru tilreiðar at koma, men at teimum dámdi betri at røtt mannagongd varð nýtt – tí boðini áttu at koma frá einum lækna.

– Maðurin eg tosaði við visti ikki nummari hjá læknavaktini so eg ringdi aftur á Klaksvíkar Sjúkrahús og teir góðu mær so nummari hjá Kommunulæknatænastuni á Landssjúkrahúsinum.

– Síðani ringdi eg 1870 (læknavaktin) og nú var lest og liðugt.

– Tá vit komu at bryggju stóð sjúkrabilur fyri okkum.

– Eg má siga, at eg eri sera skuffaður, at vit á hendan hátt vóru sendir runt í skipanini og eg haldið tað vera løgið at 112 ikki kundi avgreiða okkum, sigur Eyðálvur Vang.

Skiparin á Kallanesi sigur at teir hava ongar ætlanir um at kæra hendingina, men hann hevur fingið at vita at formaðurin í meginfelagnum hevur tikið málið upp.