Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skiparin: Vanligi íslendarin skilir einki av hesum

Jákup Ósá

Kristian Dam, skipari á Næraberg, sigur, at tað er áhugi millum íslendarar fyri, hví Næraberg fær so vánaliga viðferð í Íslandi.

Kristian Dam, skipari á Næraberg, sigur, at tað er áhugi millum íslendarar fyri, hví Næraberg fær so vánaliga viðferð í Íslandi.

Ísland boykottar framvegis Næraberg, tí skipið fær ikki tær umstøður, sum skip vanliga fáa í Íslandi. 34 mans eru umborð á Nærabergi, har 10 av teimum eru grønlendarar, tí skipið fiskar í Grønlandi. Næraberg hevur 1020 tons av makreli í last og skuldi av røttum fiskað umleið 900 tons afturat áðrenn kvotan var uppfiskað, sigur Kristian Dam, sum er skipari.

– Vit hava fingið deilir og eru byrjaðir at arbeiða uppá maskin trupulleikan. Síðani hava vit eisini skift ein part av manningini, sum vit ætlaðu. Her í Íslandi vita vit ikki so nógv meir. Havnastjorin í ìslandi var umborð her og hann var keddur av støðuni og eisini hevur íslendska sjónvarpið verið umborð og spurt um støðuna. Teimum greiddi eg so frá um áleið tað sama, sum eg havi sagt tykkum í Føroyum. Sum eg skilji, so skilir tann vanligi íslendarin lítið av hesum, sigur Kristian Dam.

Kristian veit enn ikki, um Næraberg kemur heim til Føroyar ella ikki, tá skaðin er umvældur. Tað verður sagt frá keðiligum veðri komandi dagarnar og tá fer makrelurin at spjaðast og tá tekur tað tíð at fáa hann samlaðan aftur og finna hann, tí økið er stórt, sigur Kristian Dam.