Okkurt skip fór millum jól og nýggjár.
Tað er nógv virksemi á bryggjuni í Klaksvík í dag. Línuskipið Klakkur fór avstað seinnapartin, meðan Jákup B og Ågot sóu út til at gera klárt at fara í kvøld.
Fyrr í dag fór Norðborg nýggjan túr. Millum jól og nýggjár fóru Norðingur og Borgarin nýggjan túr.
Eisini eru fleiri av trolarunum farnir avstað, ið royna eftir upsa. Teirra millum Stjørnan, Polarhav, Fuglberg og Skoraberg.
Norðlýsið fer at fylgja væl við fiskiskapinum í 2021.



