Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjalasavnsdagur 2006: 150 ár við fríhandli

Hannefía Joensen

Skjalasavnsdagur 2006 – opið hús á Landsskjalasavninum og Norðoya Fornminnasavni og alment tiltak á Vinnuháskúlanum

Í ár eru 150 ár síðan Kongaligi einahandilin varð tikin av. Í hesum sambandi verður leygardagin 11. november klokkan 15 alment tiltak á Vinnuháskúlanum har Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, heldur innleiðandi røðuna. Síðani heldur Sámal T.F. Johansen, landsskjalavørður, fyrilestur, ið nevnist ”Frá monopoli til fríhandil – handilsskjøl og søvn”. Eisini fer Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, at hava orðið. Í samband við tiltakið framføra næmingar úr Musikkskúlanum.
 
Høvuðsgoymslan og lesistovan hjá Landsskjalasavninum á Debesartrøð verða opin fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18 og verða m.a. víst fram skjøl, ið hava við fríhandil og vinnu at gera. Á Norðoya Fornminnasavni verður sama tíðarskeið framsýning við skjølum frá handlinum hjá Jørgen Bech og Sønner inni á Apotekinum úti í Klaksvík. Á Tvøroyri verða gomlu handilshølini hjá T.F.Thomsen eisini opin og har fer ánarin, Anna Kirstin, at greiða frá um fyritøkuna, ið ognaði sær handilin tá Kgl. Handilin varð seldur í 1856. Í handlinum hjá T.F.Thomsen er hópur av gomlu handilsbókunum til skjals.
Skjalasavnsdagurin – Arkivernes Dag.
Á hvørjum ári verður í øllum norðanlondum hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november mánað. Endamálið við degnum er millum annað at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá um leiklut teirra sum mentanarstovnar og vísa hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum. Øll sløg av skjalasøvnum kunnu vera við í Skjalasavnsdegnum. Almenn eins væl og privat søvn.
Fyrsti ”Arkivernes Dag” varð hildin í Svøríki í 1998 tá nærum 35.000 fólk vitjaðu tey 350 søvnini, ið høvdu ”opið hús” henda dagin.
Danir tóku hugskotið til sín og í 1999 skipaðu donsku lokalsøvnini fyri degnum, men frá 2001 hava almennu søvnini eisini verið við. Samstundis komu eisini Noreg og Ísland við og í 2002 Finland.
Í Føroyum varð á fyrsta sinni hildin Skjalasavnsdagur í 2003. Fyrsta árið stukku 26 fólk inn á gólvið, næsta árið vitjaðu 97 og í fjør, tá serligur dentur varð lagdur á skjøl um torv og torvskurð, vóru 117 fólk á vitjan.