Stríðið um eldrasambýlið á Skála er als ikki liðugt enn.
Í dag kl. 17 verður býráðsfundur í Saltangará, har millum annað eitt uppskot um eldrasambýlið á Skála kemur til viðgerðar. Tað eru Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen (umboðini av Skála í Runavíkar býráð), sum hava lagt uppskotið fram.
Uppskotið er soljóðandi: “Runavíkar kommuna er ímóti ætlanini at leggja virknaðin í Sambýlinum á Skála niður, og tekur stig til og krevur, sum størsti partshavari í Skálafjarðarsamstarvinum, at hetta samstarv, ímillum Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur, broytir tiknu avgerðina um at leggja niður virksemið í Sambýlinum á Skála soleiðis, at virksemið kann halda fram, sum tað higartil hevur gjørt.”
Í viðmerkingunum til uppskotið siga Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen, at Runavíkar býráð tók einmælt undir við at fara uppí Skálafjarðarsamstarvið, og kommunan rindar sín lutfalsliga part av samstarvinum. Men í 2015 hevur stýrið tikið avgerð um at umskipa eldraøkið við Skálafjørðin soleiðis, at Sambýlið á Skála og Vistarheimið í Runavík verða niðurløgd sum virkandi eindir.
“Fyri uppskotsstillararnar er hetta ein óskiljandi avgerð,” siga teir báðir. “Sum býráðslimir í Runavíkar býráði taka vit als ikki undir við hesi raðfesting, sum m.a. laðar niður virksemið og ger enda á Sambýlinum á Skála sum stovni fyri okkara eldru,” siga teir.
Umboðini hjá Runavíkar kommunu hava latið seg trýsta
“Tað er óskiljandi at Runavíkar kommuna umvegis sína umboðan í stýrinum hevur latið seg trýsta til at leggja tvær virkandi funktiónir niður í egnari kommunu,” siga Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen. Teir vísa á, at Sambýlið á Skála og Vistarheimið í Runavík verða stongd, meðan virksemið á Toftum heldur fram og nýtt sambýli verður opnað á Strondum. Eisini minna teir á, at fólkatalið í Runavíkar kommunu svarar til 2/3 av fólkatalinum sum er umboðað í Skalafjarðarsamstarvinum
Endamálið er at steðga átakinum hjá Skálafjarðarsamstarvinum
“Vónandi tekur Runavíkar býráð undir við hesum uppskotinum, sum hevur til endamáls at steðga átakinum hjá Skálafjarðarsamstarvinum,” siga Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen. Teir vísa á, at Runavíkar kommuna hevur umvegis umboðini í stýrinum megina til at steðga ætlanini. Tí halda teir, at ein meirilutti fyri uppskotinum fer at hava tað við sær, at kommununar umboð í stýrinum alt fyri eitt fara at taka stig til at forða Skálafjarðarsamstarvinum í at gera enda á einum virkisøki, sum við nógvum lokalum knossi fekst upp at standa, og sum hevur verið ein sólskinssøga.
Býráðsfundurin í dag byrjar kl. 17, og málið um eldrasambýlið á Skála stendur seinast á skránni.




